Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa

Frelsunarherurin: Mitt í heiminum - mitt í kirkjuni

Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa

Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla
og ein partur av alheims kristnu kirkjuni.
Boðskapurin byggir á Bíbliuna.
Tænastan er sprottin av kærleika til Gud.
Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium
og í Hansara navni møta menniskjaligum tørvi
- uttan at gera mismun.

- The Salvation Army International Mission Statement

Trúarreglur hjá altjóða Frelsunarherinum - felags kristilig trúarjáttan

Á sama hátt sum heimsins stóru kirkjusamfeløg, so byggir Frelsunarherurin sína trúarlæru á játtanarskriftirnar frá teimum fyrstu kristnu. Apostolska, nikenska og athanasianka trúarjáttanirnar eru blivnar til teir 11 lærusetningarnar í Frelsunarherurinum og vísa okkara áskoðan á trúarjáttanirnar.

Tað eru serliga 2 eyðkenni, sum sermerkja trúarlæru Frelsunarhersins. Tað eina er týdningrin av at frelsan ikki er tengd at gerðum. Harnæst verður dentur lagdur á, at við skapanarætlanini hjá tí einstaka og við Jesusi sum fyrimynd, eru vit kallað til heilaggering.

Menniskja áskoðan

Frelsunarherurin sær einstaka menniskja sum eina heild, við likamligum, sálarligum, andaligum og sosialum tørvum. Øll menniskju eru skapað av Gudi og hava tí friðhalgað virði. Frelsunarherurin hevur frá byrjan av javnstillað kristniboðan og næstrakærleika, sum tvær síður av somu søk.

Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa Frelsunarherurin: Suppa, sápa og frelsa

Trúarlæran sum Frelsunarherurin byggir á, verður ofta rópt "salvationisma" og kann samansjóðast í lyklaorðunum "Suppa, sápa og frelsa". Tann amerikanski sálarfrøðingurin Abraham Maslov skrivaði í 1950'unum ástøði um menniskjaligan tørv á ymsum niveaum, frá teimum mest grundleggjandi til tørvin fyri sjálvrealisering. "Maslows tilkravspýramida" er sera lík tankagongdini hjá Frelsunarherinum, soleiðis sum William og Catherine Booth longu virkaðu eftir í 1860'unum: Menniskja er meir enn ein sál, og tað má hava praktiskan týdning fyri arbeiðið.

Frelsunarheruin hevur grundleggjandi ynski um at boða Guds markleysa og lívskollveltandi kærleika. Og at øll mennsikju hava sama rætt til broyting, menning og vøkstur. Einki av hesum er ein sjálvfylgja í einum strangum klassauppdeildum samfelag í títíðarinna viktorianska Englandi. Men tað, sum skjótt gekk upp fyri teimum var, at svong og niðurgjørd menniskju ikki vóru ment at taka ímóti boðskapinum. Hungurin - ella aðrir grundleggjandi tørvir stóðu fyri. Hendan ásannanin hevur havt stóran týdning fyri hvussu Frelsunarherurin hevur virkað síðan tá.

Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa   Trúgv og virði:  Suppa, sápa og frelsa

Suppa – ein mynd upp á teir grundleggjandi tørvirnir. Hetta kann vera matur, klæði, hit ella tak yvir høvdið.



Sápa – hetta snýr seg um virðing, at verða taldur við og góða sjálvsáskoðan. Fyri at nøkta hendan tørvin ber til at hjálpa við at finna starvsmøguleikar, netverk, vinarbond ella ein sunnudagsdøgurða.

 

Frelsa – er Guds markleysi og lívskollveltandi kærleiki gjøgnum Jesus. Frelsunarherurin trýr, at hvør sum vil, kann vera fresltur - kristin - og uppliva Guds ætlan í eins egna lívi.

Tí hevur Frelsunarherurin valt at brúka "Suppa - sápa - frelsa" sum sítt sagorð - eisini í Føroyum.