Tilhoyrandi limur í Frelsunarherinum

Hvat er ein tilhoyrandi limur í Frelsunarherinum?
Ein "tilhoyrandi" er ein limur í Frelsunarherinum, sum ikki ber búna. Tey, sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu ella vilja geva seg undir tær treytir, sum verða settar soldátum, men sum tó hevur Frelsunarherin, sum sína "kirkju", kunnu verða tilhoyrandi limir. Hetta slag av limaskapi er sostatt minni forpligtandi enn tað at vera soldátur.

Hvat krevst av einum tilhoyrandi?
Tann tilhoyrandi "skal kenna herreglur Frelsunarhersins", men tað krevst ikki nøkur trúarjáttan ella persónligan vitnisburð. Ein tilhoyrandi skal heldur ikki skriva undir fráhaldslyfti ella onnur punkt um lívsstíl, sum soldátar gera.

Tilhoyrandi limaskapur er sostatt eitt tilboð til øll tey, sum hava Frelsunarherin sum sín samkomu, sum kenna seg heima og trívast har, og sum ynskja at markera hetta fyri sær sjálvum og øðrum við at skrásetast sum limir.

Tilhoyrandi limir luttaka í møtum, við peningagávum og í tiltøkum, og annars í arbeiði Frelsunarhersins eftir áhuga, tíð og evnum.

Tú mást vera 15 ár fyri at blíva tilhoyrandi limur í Frelsunarherinum.

"Tilhoyrandi limaskapur" verður kunngjørdur við einum einklum hátíðarhaldi í einum almennun møti. Tann tilhoyrandi er sjálvur við til at avgerða hvussu hetta skal fara fram. Tann tilhoyrandi fær henda dagin eitt prógv um limaskap.

 Er tilhoyrandi-limaskapur fyrsta stigið til at blíva soldátur?
Nei, tilhoyrandi limaskapur er í sjálvum sær fullgildugur limaskapur. Men mong tilhoyrandi taka tó avgerð um at blíva soldátar eftir at ein tíð er fráliðin.

Nøkur, tí tey eru vorðin tættari knýtt at Frelsunarherinum, gjøgnum tilhoyrandi limaskap.

Nøkur, tí tey arbeiða lið um lið við soldátum, og finna út av, at kanska er munurin ikki so stórur tá saman um kemur. Eg standi jú fyri somu virðum sum ein soldátur.

Einhvør finnur soleiðis sín limaskap, við at fylgja síni egnu sannføring.


Eru serlig rættindi við tilhoyrandi limaskapi?
Tilhoyrandi limir hava rættindi í felagsskapinum Frelsunarherinum, eisini uttan um tey almennu møtini og tiltøkini, t.v.s. at møguleiki er fyri at luttaka í innanhýsis tiltøkum, eitt nú skeiðvirksemi.

Tilhoyrandi kunnu eisini gera brúk av seremonium Frelsunarhersins, so sum vígslu og jarðarferð.

Tilhoyrandi kunnu ikki taka á seg uppgávur, sum Frelsunarherurin kallar "undirbefalsstillinger" – t.v.s. tær hægstu leiðara uppgávurnar í einum korpsi (samkomu).

Hví blíva tilhoyrandi limur?
Tað eru sjálvsagt mong, sum eru við til tiltøk og møti í Frelsunarherinum, og kenna seg væl í samkomuni, uttan tó at vera limir, soldátar ella tilhoyrandi. Frelsunarherurin er ikki ein stongdur /lukkaður felagsskapur. Vit ynskja at øll skulu trívast hjá okkum.

Men vit eru sera fegin, tá onkur tekur støðu um limaskap, antin tey gera av at blíva soldátar ella tilhoyrandi limir. Eingir limir, eingin Frelsunarherur...

Tað eru mong menniskju, sum ikki eru aktiv í samkomum, ella kenna serligt tilknýti til ávísa kirkju. "Men Frelsunarherin dámar okkum" siga tey. Hvat við at gerast limur?

Møguliga høvdu fleiri tikið avgerð um limaskap í Frelsunarherinum, um tey kendu til møguleikan fyri hesum minni forpliktandi limaskapi, sum tilhoyrandi limur.

Nú veist tú tað!