Offiserur/leiðari í Frelsunarherinum

Hvat er ein frelsuoffiserur?
Ein frelsuoffiserur hevur tikið eina tvey ára útbúgving frá Offisersskúlanum hjá Frelsunarherinum, og starvar síðani í heiltíðarstarvi hjá Frelsunarherinum. Hann ella hon velja um tey vilja starva
- sum samkomuleiðari/fyristøðumaður ( tað ið vit kalla "korpsleiðari")
- í sosialtænustuni í Frelsunarherinum
- í misjónsarbeiði í Frelsunarherinum

Tað at vera frelsuoffiser er eitt lønt starv, ólíkt tí at vera soldátur, ið starvar fyri Frelsunarherin ókeypis í síni egnu frítíð.

Tað eru bert offiserar, ið fáa "ordrar" - tvs. at teir fáa starvssuppgávur innan tænastuna, sum tey hava valt sær, og tá ið Frelsunarherurin hevur tørv á hjálp á øðrum stað, kunnu tey send á staðið.

Kvinnur og menn eru líkastillað í Frelsunarherinum. Kvinnur eru boðarar eins og menn (umrøðan um kvinnuligar prestar bleiv uppgjørd í miðátjanhundrað talinum….!) og kvinnuligir offiserar kunnu fáa allar leiðarastøður javnt við menn. Frelsunarherurin hevur havt tríggjar kvinnuligar generalar - heimsleiðarir !

Tað eru í dag 300 frelsuoffiserar í virksamari tænastu í Noregi, Íslandi og Føroyum.

Ein offiserur hevur reyð herðamerki á búnanum, og ein soldátur blá merki.

Hvørjar lærigreinar hava tey á Offisersskúlanum?
Undirvísingin er deild í tveir partar, teoretiskt og praktiskt. Á offisersskúlanum á Jeløy verður tað mesta av tíðini sitið á skúlabonki. Fakini eru m.a. sálarfrøði, sálarrøkt, barna- og ungdómsarbeiði, leiðsla, sangur og tónleikur, fimleikur, datalæra, bíbullæra, trúarlæra, at læra at prædika, roknskapur og bókhald, og valføgini eru ymisk.

Í einum tíðarbili ið varar í fleiri mánaðir, sleppa kadettanir ( næminganir) at royna seg í einari meinigheit ella á einum sosialstovni. Einkulta ferðir royna tey seg eisini á møtum, á stevnum, leirum og skeiðum, og tú kanst hitta tey á gøtuni tá ið tey standa og selja krígsrópið, hava gøtumissión og sang á útimøtum, ella við jólagrýtuna í adventstíðini. Tey hava eisini ein juniorklubb fyri børnini í grannalagnum tætt við skúlan. Tey skulu jú royna alt sum kemur at møta teimum ein vanligan dag sum frelsisoffiserar.

Teir flestu næminganir hava tikið eitt háskúlanám/ yrkisnám áðrenn tey byrja á offisersskúlanum, og mong hava havt eitt "vanligt starv" áðrenn tey verða offiserar.

Sosialstovnanir hjá Frelsunarherinum og trúboðarastarvið krevur ofta ein persón ið er útlærdur, t.d. sosialráðgevari, barnaverndspedagogur, lærari, lækni, sjúkrasystur, forskúlalærari. Tað hendir seg eisini at ein offiserur byrjar eitt nám í sambandi við starv sítt, aftaná hann er liðugur við offiserskúlanámið.

Óansæð hvøja útbúgving ein hevur áðrenn námið í offiserskúlanum kann ein nýta gagn av tí í starvinum sum offiserur. Um hetta starv ikki heilt er í samband við offiserstænastuna, so er tað altíð roynslan sum er týdningarmikil og sambandið ein hevur við menniskju.

Skúlaárið 1995/96 vóru tað tilsamans 23 kadettar á offisersskúlanum hjá Frelsunarherinum í Noregi.

Hvør kann blíva offiserur í Frelsunarherinum?
Fyri at ein kann blíva offiserur í Frelsunarherinum, skal ein verða ímillum 18 og 35 ár. Ein skal vera " frelstur og hava eitt kall", og hava verið soldátur í Frelsunarherinum í eina ávísa tíð. Ein søkir inn við viðlagdari viðurkenning frá "korpsleiðaranum" (t.v.s. leiðarin í tí samkomuni ið søkjarin kemur frá). Tað at persónurin er vælegnaður og tilreiðar til starvið er týðningarmikið - tí at hetta er eitt hart starv ein er í ferð við at byrja.

At blíva offiserur, sær Frelsunarherurin sum eitt kall frá Gudi. Eitt kall er ein innri sannføring um at "hetta er tað sum Gud vil at eg skal brúka lív mítt til".

Tey sum hugsa um hetta, at blíva offiserur, kunnu vera við í aspirantfelagnum, sum skipar fyri ymiskum tiltøkum har møguleikin er til staðar at spyrja um ymsar lutir sum eru í sambandi við offiserstænastuna.

Hvussu oftani verður ein frelsisoffiserur fluttur?
Vanliga eru offiseranir frá 3 - 5 ár á hvørjum stað, og tað er meir og meir vanligt at vera longri á sama stað. Offiseranir hava hvørt ár eina "flutningssamtalu" við divisjónsstjóran ella feltritarin, har tey siga frá um tey ynskja at flyta ella at vera áfram á tí plássi tey eru. Ynskini blíva sum oftast góðtikin. Um nú Frelsunarherurin ynskir teirra starv á einum øðrum stað t.v.s. tey fáa ein nýggja ordra, tá skal hetta boðast frá í góðari tíð, og ein frágreiðing skal fylgja við hví tey flyta.

Tað er vanligt at familjur við børnum sleppa at vera eina longri tíð á hvørjum stað, soleiðis at børnini fáa frið at vera í tí sama skúlanum og umgangst teir somu vinirnar.

Hví hava offiserar í Frelsunarherinum "rangir"?
Visti tú at hetta við rangunum byrjaði sum ein vittigheit?

Tann Kristna Missiónin ( Frelsunarherurin æt soleiðis í byrjanini) fekk ein nýggjan lim - tann 18- ára Elijah Cadman, sópari og boksari bleiv ein trúgvandi. Hann var kenndur fyri at vera bráður og tað tók hann við sær inn í tað Kristnu Missiónina. Ein mátti vera uppfinningarsamur fyri at fáa fólk við inn á møti, og tá ið Cadman í 1877 var sendur avstað at "innheinta nýtt land" í Whitby, sum var ein lítil fiskarabýur í Yorkshire, tá mátti hann nýta skapanargávurnar.

Fyri at hava sterka á virkan á fiskimenninar í býnum, skrivaði hann við breiðum bókstøðum á stórar plakatir: "Kríggj í Whitby! Halleluja - herurin sum berjist fyri Gud !" Og so útnevndi hann seg sjálvan sum "kaptein Cadman". Tað ljóðaði so flott at tað nokk skuldi fáa fólk at forvitnast og koma á møtini, meinti hann. Og tað hevði hann rætt í.

Tá ið William Booth (Stovnarin hjá Frelsunarherinum) ein mánað seinni kom á vitjan, var Cadman so væl í ferð við hesu nýggju hugmynd at hann á plakatini sum skuldi heingjast upp í býnum kallaði Booth sum " Generalin hjá Halleluja- herinum". Hann var eitt sindur bangin fyri at Booth ikki skuldi dáma hugmyndina hjá sær og goymdi plakatirnar burtur áðrenn hann kom. Við óvart uppdagaði Booth plakatirnar við "Generalinum" og "kapteininum"- og hann dámdi sera væl hugmyndina hjá hesum unga samstarvsmanni sínum. Navnið var ikki so heilt burturvið tí navninum sum hann kallaðist " General Superintendant og the Christian Mission". " Felttogið" í Whitby hjá Cadman vann 3000 limir, og Cadman fekk boð um at senda eintøk av plakatini til høvuðsskrivstovuna í Whitechapel.

Hugmyndin spreiddi seg. Fleiri hongdu upp plakatir við egnum titlum á, og fólk kom í hópatali, og so við og við bleiv hetta ein partur av sereyðkenninum hjá Frelsunarherinum. Hetta fylgdi við "Imagen" tá ið Frelsunarherurin tók navnið "Frelsunarherurin"!

Hvat er munurin á einum løytnanti, kapteini, majori ella hvat teir nú eita?  Fyri tað fyrsta so er tað bert offiserarnir sum hava "heiti". Heitini fara eftir hvussu leingi tú hevur verið í Frelsunarherinum, og siga frá hvussu leingi tú hevur verið í tænastu.

  • Aftaná ein hevur verið í offiserskúlanum, er ein løytnantur í 5 ár ( ein stjørna á einum reyðum herðamerki).
  • Síðan verður ein kapteinur í 15 ár. (Tvær stjørnur á teim reyðu herðamerkinum).
  • Tá ið ein hevur verið offiser í 20 ár, verður ein majorur ( eina Frelsunarhers krúnu á tey reyðu herðamerkini)
  • Um tveir offiserar í Frelsuanrherinum gifta seg, fáa tey bæði sama heiti, og tað verður sum tann ið hevur verið longri offiserur, líkamikið um tað er kona ella maður.

Tað sum er yvir " major- stadium" fylgir heitunum alt eftir hvat leiðarin arbeiðir við.

  • Heimsleiðarin kallast Generalur
  • Landsleiðarin kallast kommandør.
  • Næstleiðarin kallast oberstur ella oberstløytnant (alt eftir hvussu leingi hann hevur verið í tænastu)
  • Fimm aðrar leiðarastillingar í hvørjum landi kallast " oberstløytnant"

Júst sum onnur starvspláss hava heiti á starvinum og leiðarastarvi (" generalritari", " deildarritari" osv. ) hevur Frelsunarherurin valgt "heiti" á síni arbeiðsstøðum júst sum hugmyndin um nøvnini á offiserunum. Frelsunarherurin er ikki meir enn so upptikin av sínum"heitum" og "nøvnum" enn ein generalsekreterur ella deildarleiðari ella ein prestur ella pastor er av síni " yrkis titlum/ størv