Hvat er ein frelsusoldátur?

Hvat er ein soldátur í Frelsunarherinum
Teir limirnir í Frelsunarherinum, ið bera búna, kallast frelsusoldátar, og hava eina persónliga trúgv á Jesus Kristus. Frelsusoldátarnir eru dagligt at finna í øllum yrkjum og við ymsum útbúgvingum. Tað er í frítíðini, at teir fara í búnan og óløntir taka lut í arbeiði Frelsunarhersins. Búnin hjá einum soldáti hevur blá merki á herðunum.

Hvat ger ein soldátur
Ein soldátur í Frelsunarherinum hevur eina persónliga trúgv á Jesus, og er íðin eftir at deila hesa trúgv við onnur, á mangar mátar. Hann ella hon ynskir at siga øðrum menniskjum frá hvør Guð er og hvussu Guð er við til at vísa kristnu trúnna í gerningi og umsorgan fyri øllum menniskjanum. Gjøgnum beinleiðis hjálpararbeiði, fyribyrgjandi arbeiði og umsorgararbeiði. Gjøgnum lívsstíl, tónleik, útimøti, møti, eitt fjøltáttað úrval av tiltøkum fyri øllum aldursbólkum. At vera ein soldátur í Frelsunarherinum letur upp fyri einum breiðum og innihaldsríkum frítíðaráhugamáli, bæði fyri Guð og onnur menniskju. Hvørjar síður av arbeiði Frelsunarhersins ein soldátur tekur lut í, velst um evni og áhugamál, tíð og orku hjá tí einstaka.

Ein frelsusoldátur metir Frelsunarherin sum sína "kirkju", og gongur til møti/guðstænastu har. Samstundis er Frelsunarherurin á mangan máta økumenisk (tvørkirkjulig), og hevur verið tað líka síðan byrjan, í 1865. Grunnleggjarin William Booth byrjaði rørsluna sum eina skipan har kristin frá øllum kristnum trúarsamfeløgum kundu koma saman og gera nakað fyri tey veikastu í samfelagnum.

Hvat trýr ein frelsusoldátur?
Tað týdningarmesta í trúarlæru Frelsunarhersins, er eisini galdandi fyri onnur kristin: Jesus Kristus er sonur Guds og heimsins frelsari. Hann doyði, vann yvir deyðanum, reis upp aftur og livir í dag. Tí kunnu øll menniskju, ið vilja, koma til hann, og taka í móti tí hann hevur gjørt fyri okkum. Hetta sum kallast "at verða frelstur".

Hvør kann blíva frelsusoldátur

  • Ein má verða fyltur 14 ár.
  • Hava eina persónliga og livandi trúgv á Jesus, og eitt ynski um at deila trúnna við onnur, bæði í orði og gerð.
  • Ein má skriva undir tað ið kallast "Lyfti Frelsusoldátsins", sum inniheldur trúarlæru í 13 punktum og 10 punkt um kristnan livihátt.
  • Ein skal góðtakast at leiðsluni í samkomuni. (Samkoman verður í Frelsunarherinum kallað "korps").
  • Frelsunarherurin metir sannføringina um at blíva soldátur, sum eitt "kall frá Guði".

Hvat krevst
Ein frelsusoldátur verður ofta sæddur sum Frelsunarherurin – tað ein frelsusoldátur ger, verður fatað, sum tað, ið Frelsunarherurin ger. Sum kristin og frelsusoldátur, kemur ein ikki uttan um, at tað verður lagt merki til ein, og ein verður ímyndin av hvat ein kristin er og hvat Frelsunarherurin stendur fyri.

  • Ein soldátur í Frelsunarherinum trýr at Bíblian er Guðs orð, og hevur Bíbliunnar normar sum fyrimynd í livihátti sínum. Hjá einum soldáti koma hesi kristnu lívsvirðini til sjóndar í samlívinum (hjúnarband), familjulívi, etikki í arbeiðslívinum og hvønndegnum annars.  
  • Punktini um lívsstíl, ið ein frelsusoldátur gevur lyfti um tá hann verður vígdur til soldát, eru m.a.: At vera erligur, ábyrgd fyri øðrum menniskjum, og í Guðs navni at vísa umsorgan fyri teimum treingjandi og illa støddu. Man heldur seg burtur frá rúsevnum, pornografi og okkultismu.  
  • Ein frelsusoldátur er fráhaldandi frá tubakki, alkoholi, og øðrum rúsevnum. Hetta er grundað á:

◦ At Frelsunarherurin dagliga sær teir stóru samfelagsligu trupulleikarnar, ið hesi rúsevni hava við sær, hvørjar útreiðslur hetta ber í sær bæði fyri einstaka menniskja og familjur, tá hugsað verður um harðskap, kriminalitet, ótryggleika, sjúku, oyðiløgd lív o.s.fr. Frelsunarherurin ynskir ikki at taka lut í ella halda lív í hesi alkohol(ó)mentan í samfelagnum.  

◦ Frelsunarherurin arbeiðir við at hjálpa menniskjum út úr trupulleikum við rúsevnum, og ynskir tí at seta eitt greitt mark hjá teimum sum eru fyrimynd og standa í arbeiðnum. Tað snýr seg um solidaritet í staðin fyri "dupult moral".  

◦ Frelsunarherurin vil peika á spurningin um heislustøðuna. Ein rúsfríur liviháttur er uttan iva tann sunnasti. Tað snýr seg um at ansa eftir sær sjálvum, og sjálvandi: Eitt klárt høvd er avgjørt ein treyt fyri at vera førur fyri at taka tær skilabestu avgerðirnar til eina og hvørja tíð… Ella fyri at kunna traðka til, tá onnur hava tørv á tí...  

◦ Síðan 1975 hevur eisini verið kravt av soldátum í Frelsunarherinum at teir halda seg burtur frá tubakki. Hetta eisini av heilsuávum. Sum kristin hava vit eisini ábyrgd av tí kroppi vit hava fingið tillutað... Frelsunarherurin metir ikki alkohol ella tubakk sum "synd", og virðir sjálvsagt at meiningarnar hjá øðrum kunnu verða øðrvísi.

Tey sum ikki kunnu geva hesi lyfti viðvíkjandi livihátti, kunnu tó verða limir í Frelsunarherinum. Hesi verða tá tilhoyrandi limir.

 Hvussu verður ein frelsusoldátur?

  • Vanliga luttekur ein í virksemi Frelsunarhersins eina tíð, soleiðis at ein kennir felagsskapin.  
  • Tey sum ynskja at verða soldátar í Frelsunarherinum, ella sum umhugsa hetta, skulu gjøgnum eitt fyrireikingar skeið, har undirvíst verður um søgu Frelsunarhersins, arbeiðið, trúarlæruna, meiningar og livihátt.  
  • Síðan verður ein vígdur til frelsusoldát undir eini hátíðarligari samkomu í korpsinum. Her gevur ein alment lyfti um at ein góðtekur trúarlæru Frelsunarhersins, tað verður biðið fyri einum, og ein fær høvi at leggja av ein persónligan vitnisburð. Ein vitnisburður er um persónligu trúgv og guðsupplivingar hjá tí einstaka.

Ber ein frelsusoldátur altíð búna
Nei, sjálvandi ikki. Frelsusoldátar ganga í heilt vanligum klæðum, tað mesta av tíðini. Búnan brúka tey, tá tey á ein ella annan hátt umboða Frelsunarherin í Frítíðini. Á møtum og útimøtum, í sosialarbeiðnum o.s.fr. Búnin er eitt visitt kort og er kontakt fremjandi, tí hann beinleiðis og upp á langan avstand vísir hvørji vit eru, og hvat vit sanda fyri.

Fyri ein ordans skuld: Ein soldátur "hækkar ikki í stigum". Heitið "soldátur" merkir at ein er limur í Frelsunarherinum. Soldátbúnin hevur blá merki á herðunum. Tað eru bert tey, ið hava útbúgvið seg til frelsuoffiserar, sum fylgja eini framflutningsskipan, sum í høvuðsheitum er eftir áramáli.

Tað eru bert tey, ið hava útbúgvið seg til frelsuoffiserar, sum fylgja eini framflutningsskipan, sum í høvuðsheitum er eftir áramáli.

Hevur hetta tín áhuga, so set teg í samband við okkum.  Og næstu ferð tú møtir einum frelsusoldáti, so steðga og tosað um Frelsunarherin og set viðkomandi spurningar um kristindómin.