Herreglur Frelsunarhersins

  1. Vit trúgva, at Gamla- og Nýggja Testamenti eru innblást av Gudi, og at bert Bíblian gevur guddómligar reglur fyri kristna trúgv, læru og levnað.
  2. Vit trúgva á ein fullkoman Gud. Hann hevur skapað alt. Hann uppiheldur og stjórnar øllum og er tann einasti, vit tilbiðja í trúgv.
  3. Vit trúgva, at tað eru tríggir persónar í guddóminum - Faðir, Sonur og Halgur Andi - teir eru eitt í lyndi og javnir í máttu og tign.
  4. Vit trúgva, at Jesus Kristus er bæði sannur Gud og satt menniska.
  5. Vit trúgva, at fyrstu foreldur okkara vóru skapt syndaleys, men av ólýdni mistu tey reinleikan og sæluna. Av syndarfallinum gjørdust øll menniskju glataðir syndarar og komu undir vreiði Guðs.
  6. Vit trúgva, at Várharra Jesus Kristus við líðing síni og deyða hevur gjørt sáttagerð fyri allan heimin, so at øll, ið vilja kunna verða frelst.
  7. Vit trúgva, at sonn iðran fyri Gudi, trúgv á Várharra Jesus Kristus og endurføðing av Heilagum Anda er neyðug, skalt tú verða frelstur.
  8. Vit trúgva, at vit verða rættvísgjørd av náði við trúgv á Harran Jesus Kristus og at hvør tann, ið trýr á Hann, ber vitnisburðin í barmi sínum.
  9. Vit trúgva, at ein áhaldandi má lýða og trúgva á Kristus fyri at verða verandi frelstur.
  10. Vit trúgva, at fullkomin halgan er framíhjárættindi hjá Guds børnun, og at "andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs Harra Jesus Krists!" ( 1. Tess. 5, 23).
  11. Vit trúgva, at sálin er ódeyðilig, vit trúgva á upprisn likamans, dóm allra manna við tíðarinna enda, æviga sælu fyri tey rættvísu og æviga glatan fyri tey vantrúnu.