Búni Frelsunarhersins

Hví brúkar Frelsunarherurin búna?

  • So at menniskju kunnu síggja hvat vit standa fyri, soleiðis at tey, sum treingja til okkum kunnu koma í samband við okkum. Búnin er eyðkenni okkara. Búnin er í mongum førum ein góð kontakt við menniskju.
  • Tí at tað er ein "vitnisburður". "Eg eri ein kristin og havi eitt persónligt samband við Gud", tað sigur búnin um tann sum ber hann, uttan at vit siga eitt orð. Tá ið vit vísa okkum í búna hava vit í hvussu er fingið fólk at hugsa um "nakað sum hevur við Gud at gera" í hvussu er eina ferð tann dagin, segði William Booth, grunnleggjarin í Frelsunarherinum. Mong koma til soldátar og offiserar at spyrja um lutir tey hugsa um, sum viðvíkur ta kristnu trúgv, ella at biðja um fyribøn.
  • Tað er ongin munur á "fátækum og ríkum" tá ið ein ber búnan. Hetta var týdningarmikið, og ikki minst í fyrstani tíð hjá Frelsunarherinum.
  • Búnin skapar felagsskapskennslur, limaskap, og at ein er partur av eini størri heild. Altjóða samstøðan er einstøk. Óansæð hvar tú kemur í heiminum í búna Frelsunarhersins, ert tú heima og "kjendur aftur" !
  • Búnin kann eisini virka sum ein verja í umhvørvinum har Frelsunarherurin starvar.

 Visti tú at...
...soldátar og offiserar í Frelsunarherinum ikki ganga í búnanum alla tíðina. Búnin er brúktur tá ið ein umboðar Frelsunarherin ella arbeiðir fyri Frelsunarherin, annars ganga tey í " vanligum klæðum".

...bonettin, " kýsan við sløyfuni" var fyrr í tíðini ein týdningarmikil hjálmur, sum verndi ímóti steinum, rátnum eggum og tomatum sum mótstøðumenn kastaðu á Frelsunarherin, tá ið tey vóru úti á gøtuni og boðaðu orðið.

...tað at brúka búnan var eitt brátt hugskot

 "Mær hevði dámt at havt ein klædning, sum vísti einum og hvørjum at eg eri í bardaga og berjist fyri at fáa frelsuna út um allan heimin", rópti Elijah Cadman á einum møti sum var á árskongressini hjá Frelsunarherinum í 1878.

 Tað byrjaði við at onkur formaði eitt stykki av messing til eitt S, og festi tað á økslina. Eisini var eitt armbindi merkt "The Salvation Army". Onkur setti eitt jarnstykki á hattin hjá sær. Ein annar keypti brúktar militerbúnar og gjørdi sína útgávu av einum búna. Í 1880 kom ein búni ið bleiv tann ið øll skuldu brúka: Bláan búningsjakka uttaná eina reyða troyggju ella (fisker-islender). Búnin hjá offiserskonunum var ein flottur búni "prinsessu- robe", okkurt sum líkist Dior "New look". (Hugskotið var tikið av prinsessuni av Wales!) Hatturin var ein svartur stráhattur.

Fyri onkran kann búnin virka ljótur og avvísandi, ístaðin fyri at vera nakað sum eigur at skapa samband við menniskju. Frelsunarherurin má nýta vit og skil, og vita nær og hvar ein eigur at nýta búnan, og kanska at nýta "vanlig klæðir" um ein nær betri samband á tann hátt.