3. minuttir um okkum

Visti tú at...

...Frelsunarherurin virkar í fleiri enn 100 londum (125)

 

...Frelsunarherurin sigst byrja sítt virksemi uttan fyri vertshúsið "The Blind Beggar" í London í 1867, tá William Booth í sterkari gudstrúgv og sosialari samvitsku byrjaði arbeiði í millum arbeiðsleys, alkoholmisbrúkarar og kriminell.

 

...Frelsunarherurin byrjaði við búnum fyri at vísa hvat vit standa fyri, verða ein vitnisburður um Guð mitt í mongdini og gera tað einklari fyri menniskju sum treingja til at taka upp samband við okkum.

 

...soldátar eisini hava vanlig klæði í klædnaskápunum

 

3. minuttir um okkum

...bonettin, "kýsin við sløjfu", sum varð innførdur í byrjanini av virkseminum hjá Frelsunarherinum, var ein neyðugur hjálmur sum vernd móti steinum, rotnum eggum og tomatum, sum mótstøðufólk kastaðu ímóti teimum...

 

...tú mást anda djúpt, um tú tú skal remsa upp alt arbeiði Frelsunarherurin ger í heiminum: Fongsulsarbeiði, umsorgan fyri rúsevnismísnýtarum, kontaktsenter fyri narkomanar og alkoholikarar, rehabiliteringssenter fyri ungar rúsevnismisnýtarar, heim fyri ungar mammur, barnaheim, ellisheim, vitjunartænastu, telefon vinartænasta, útbýti av mati og klæðum, deyva- og blindaarbeiði, umframt mong fyribyrgjandi tiltøk

 

...Frelsunarherurin er upptikin av umhvørvinum! Fretex-Elevator er virksemi hjá Frelsunarherinum í Noregi, sum fæst við endurnýtslu av innbúgvi, klæðum, bókum, pappíri o.ø, og samstundis hjálpa menniskjum, ið hava torført við at fáa arbeiði

 

...Frelsunarherurin arbeiðir í millum fólk, ið eru smittaði við aids, og tiltøkini hjá Frelsunarherinum, verða mett fyrimyndarlig í altjóða høpi

 

...Frelsunarherurin hevur eitt stórt altjóða hjálpi apparat í sambandi við jarðskjálvta, turkur, flóð, flóttafólkatrupulleikar og aðrar neyðstøður

 

...Frelsunarherunin hevur egið vikublað, ið nevnist "Krigsropet", tí kampurin millum tað ónda og tað góða er veruligur.. .

 

...fyri at blíva soldatur í Frelsunarherinum gevur ein lyfti um at halda seg burtur frá alkohol, narkotika og tubakki, og ein tekur undir við kristnu trúarreglum Frelsunarhersins.

 

...fólkaháskúli Frelsunarhersins í Noreg eitur "Jeløy folkehøgskole", og bjóðar fram undirvísing á høgum støði innan tónleik, sosialfak, ítrott, edv og evning, umframt uppsetan av musikali og ex.Phil....

 

...soldátarnir í Frelsunarherinum eru við um tiltøk Frelsunarhersins í frítíðini, t.v.s. eftir skúla- og arbeiðstíð, og eru ikki løntir fyri tað arbeiðið sum verður gjørt

 

...tað eru í Føroyum 7 løntir arbeiðarar í heiltíðarstarvi í Frelsunarherinum

 

...tú kanst kontakta Frelsunarherin í heimstaði tínum, fyri at hoyra meira um tey tilboð sum eru júst har

 

...motivatiónin fyri arbeiði Frelsunarhersins er óloysiliga knýtt at eini livandi kristni trúgv. Frelsunarherurin ynskir gjøgnum bæði tað evangeliska og tað sosiala arbeiði at avmynda Jesu kærleika.