Søga Frelsunarhersins í Føroyum

Søga Frelsunarhersins í Føroyum

23. oktober 1924
varð Tórshavnar korps opnað. Fyrsti leiðarin var Ensein A. Juul Pedersen, ið var dani. Frammanundan høvðu Føroyar havt vitjan av ymiskum offiserum á ferð til og úr Íslandi.

Tey fyrstu møtini vóru hildin í Losjuhúsinum. Tann fyrsta tíðin var ikki løtt, men nakað av fólki kom til møtini. Sum fráleið komu fleiri til trúgv á Jesus. Eftir einum ári vóru 12 soldatar vígdir, og ein var yvirfluttur úr Noregi. Hesin flokkur var ýðin eftir at tæna sínum Harra, og tað blivu fleiri soldatar.

Ta fyrstu tíðina stóð korpsið undir Danmark, síðan eina tíð under Onglandi. Í 1934 kom korpsið undir norska leiðslu. Teir fyrstu norsku leiðararnir vóru kapt. Arne Fiskaa og lt. E Kronberg Hansen. Teir opplivdu eina góða og vælsignaða tíð, og nógv blivu frelst og vígd til soldatar.

Okkara núverandi hús eru keypt longu í 1926, og liggja væl fyri mitt í býnum. Aftaná at tey eru umvæld, eru tey í dag ein vakur bygningur.