Vitjan av Rut og Peter Baronowsky á Hvítusunnu

Vitjan av Rut og Peter Baronowsky á Hvítusunnu

Leygardag 7/6
kl. 10 Fyrilestur um søgu og sjónarmið Frelsunarhersins
kl. 19 Møti - Tær 4 syngja
kl. 22 Ungdómskvøld

Hvítusunnudag
kl. 11 Møti
kl. 11 Sunnudagsskúli
kl. 18 Møti - sangarar úr Vági luttaka

2. Hvítusunnudag
kl. 11 Halgunarmøti - manskórið syngur
kl. 17 Møti - streingjakórið syngur

Tú kanst lesa meira um tey vitjandi niðanfyri....

ygardagin kl. 10 Fyrilestur um søgu og sjónarmið Frelsunarhersins - krevur tilmelding
                  kl. 19 Møti
                  kl. 22 Ungdómskvøld
Hvítusunnudag    kl. 11 M

Rut och Peter Baronowsky arbeiða út frá: 

  • At Frelsunarherurin helst er besta útgangsstøði til at fullføra sítt kall. Og at tey vilja hjálpa leiðarum og soldátum at finna sítt kall og fremja sín gerning.
  • At Gud vil kalla og reisa upp nógvar ”blóð- og eld sálir”. Soldátar, sum eru reinsaðir í Jesu blóði og fyltir av Andans eldi.
  • Tey ynskja at síggja at Frelsunarherurin aftur verður ein herur av menniskjum, sum boða frelsu til fólkið í Føroyum, Íslandi og Noregi – og kring allan heimin.

Tey arbeiða út frá slagorðinum:Gud er góður - altíð Hansara orð er satt - altíð

Rut och Peter Baronowsky búgva í Noregi og arbeiða har sum lærarar á Jeløy, fólkaháskúla Frelsunarhersins. Peter er bíbillærari og Rut er tónleikalærari, og hevur eisini ábyrgd fyri altjóða linjuni. Peter er harumframt leiðari fyri Bíbilskúla Frelsunarhersins, har Rut eisini undirvísir.

Hjúnini hava í nærum 20 ár verið leiðarar fyri útbúgving, menning og útsending hjá Frelsunarherinum í Svøríki. Tey hava í tí sambandi undirvíst innan

  • -Leiðslu/fyrisiting
  • -Arbeiðsumhvørvi/góðskustýring
  • -Átrúnaðarlig skeið/bíbilundirvísing
  • -Sjálvmensku/hjúnaskeið

Umframt hava tey luttikið sum talarar, hildið fyrilestrar og prædika til mong ymisk tiltøk, konferansur, bíbilskeið og vekingarmøti í Noregi, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Letlandi, Ruslandi, Spania, Onglandi, Argentina, Suðurafrika, USA og Kanada.

Tann 1. juli 2009 fluttu tey til Riga, fyri at verða leiðarar fyri virksemi hjá Frelsunarhersinum í Letlandi, og fluttu síðan aftur til Svøríki í byrjanini av 2013.

Sum pensionistar, hava tey nú fingið fyrispurning um at koma til territorii Noreg, Ísland og Føroyrar, fyri at vegleiða ungar leiðarar. Tann 1. september 2013 valdu tey so at flyta aftur til Jeløy í Noreg, haðani tey fluttu frá fyri 25 árum síðan.