Umboð fyri Rumensku fongsulsmissiónina vitja Frelsunarherin

Umboð fyri Rumensku fongsulsmissiónina vitja Frelsunarherin

Á halgunarmøtinum sunnudagin 8. september kl. 11, fáa vit vitjan av umboðum fyri rumensku fongsulsmissiónina, sum kallast RESCUE MISSION.

Teir sum luttaka eru leiðarin fyri fongsulsarbeiðið, Giurgiu Cosmin, og hann hevur tveir mans við í fylginum. Annar er ein fyrrverandi fangi, Dumitru, sum er komin til trúgv ígjøgnum fongsulsarbeiðið. Harnæst luttukeur Christian, ið er pastorur í samkomuni, sum Cosmin kemur úr, og hann er ein, sum eisini tekur lut í fongsulsarbeiðinum.

Umboð fyri Rumensku fongsulsmissiónina vitja Frelsunarherin

Síðani fyrstu vitjanina hjá Cosmin í Føroyum, sum var í sept./okt. 2009, eru tað fleiri, sum hava víst áhuga fyri arbeiðinum, og sum regluliga hava latið hoyrt frá sær. Vit vóna og ynskja, at arbeiði hjá Rescue Mission í Rumenia, vil fáa enn fleiri fyribiðjarar eftir hesa vitjanina.

Tað verður Poul Jóhan Djurhuus skipar fyri, og hann verður eisini tulkur á møtinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Posthúskjallaran