Tvørkirkjuligt møti 22. apríl kl. 19.30

Tvørkirkjuligt møti 22. apríl kl. 19.30

Aftur í ár, fyri nýggjunda ferð, skipa samkomur og kirkjur í Tórshavn fyri tvørkirkjuligum møtið 3. Páskadag. Hesaferð verður møtið í sali Frelsunarhersins í Tórshavn kl.19.30
Evni “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt.25,40

les meira...

Luttakandi samkomur/kirkjur eru: Frelsunarherurin, Fríkirkjan Oasan, Hvítusunnusamkomurnar Filadelfia og Evangelihúsið, Katólska kirkjan, Adventista kirkjan og Fólkakirkjan

Á skránni verður nógv spennandi. Har verður sangur, felagssangur, vitnisburðar og Tummas Jacobsen úr Filadelfia kemur at tala.  Millum annað kann nevnast , at eitt Gospel kór úr Hoyvíkar kirkju og Martin Joensen v.m koma at syngja. Eisini luttekur hornorkestur Frelsunarhersins.

Tað verður møguleiki at geva eina gávu á sjálvum møtinum og fer peningurin hesaferð, óskerdur til Herberg Frelsunarhersins.

Deyvatulking verður á møtinum.

Eftir sjálvt møtið verða køkur og ein drekkamuður at fáa.

Verið hjartaliga vælkomin