Tignarligir farvæltónar til Silfverberg

Leygarmorgunin 30. novembur fór kenda tónaskaldið og sangleiðarin, Erik Silfverberg, til gravar frá hølum Frelsunarhersins í Valby

Orkestrið, sum hann hevði verið leiðari hjá í mong ár, spældi nakrar tignarligar tónar, nú tey máttu siga farvæl við mannin, sum meiri enn nakar annar hevði mynda tónleikarlívið hjá Frelsunarherinum í Danmark.

Tað var týðuligt, at her varð sagt farvæl við ein mann, sum stór virðing var fyri, og sum hevði verið eitt gott umboð fyri Frelsunarherin bæði innan- og uttanlanda. Hóast hann nú var 79 ára gamal, var hann virkin og livandi til tað allarsíðsta, og tað var júst eftir eina sangvenjing næstseinasta hósdag, at hann brádliga var “forfremmet til herlighed”, som tey siga í Frelsunarherinum.

Erik Silverberg var ein framúrskarandi tónasmiður, sum gjørdi løg bæði til hornorkestur, til kór og felagssang. Løg, marsjir og útisetingar hansara eru farin víða um til mong lond. Hann hevði eina góða hjálp í konu síni, Anne-Lise, sum hevur gjørd tekst til mong av løgum hansara. Fleiri av hesum sangum komu fram hendan skilnaðardagin í Frelsunarherinum í Valby.

Erik Silverberg vitjaði onkuntíð í Føroyum við orkestrinum í Valby, og á annan hátt rætti hann eisini Frelsunarherinum í Føroyum eina hjálpandi hond. Tá ið Kristnastova fylti 30 ár í 2003, varð skipað fyri einari sangløtu í Frelsunarherinum í Valby, har bæði okkara fólk og orkestur Frelsunarhersins luttók. Hetta var serliga Eriks Silfverberg fyri at takka, sum skipaði fyri hesum, og tá luttóku eisini Jóannes og Ólavur á Váli, sáli, ið vóru komnir úr Føroyum.

Vit, sum hava verið við til sang- og tónleikaløtur hjá Frelsunarherinum í Valby, minnast, hvussu hesin evnariki, men lítillætni maður, peikaði uppeftir, hvørja ferð fólk fóru at klappa. Æran skuldi vera Harrans.

Tignarligir farvæltónar til Silfverberg


Eisini vit ynskja at minnast Erik Silverberg við takksemi til Harran.

Øssur Berghamar