Stálbjálkin

Mikukvøldið13. mars 2013 varð miðbýurin í Havn stongdur fyri ferðslu í nakrar tímar, tí tá skuldi stóri stál bjálkin lyftast inn í bygningin hjá Frelsunarherinum.

Veðrið var frálíkt hetta kvøldið og vit vóru nøkur, sum høvdu lagt leiðina oman í Tórsgøtu at fylgja hesi hending og taka myndir. Klokkan 21.30 kom ein stórur trailari við stálbjálkanum, sum er 12 metrar langur, 1,2 metrar høgur og vigar uml. 3 tons. Síðan kom ein stórur krani og lyfti bjálkan inn gjøgnum eitt op í bygninginum. Fyrst var bjálving løgd á ta síðuna, sum vendir móti húsavegginum. Myndirnar vísa eisini tey 4 vindeyguni, sum eru í stálbjálkanum, og sum fara at geva ljós niður í salin. Seinni út á náttinum vóru fleiri bjálkar lagdir inn gjøgnum stóra vindeygað á síðuni - hesir skulu bera gólvið millum salin og ungdómssalin.

 

Video:

 

You need Adobe Flash and Javascript to view this file