Rúsfríur dagur 7. juni

Rúsfríur dagur 7. juni

Veitst tú at...
Børn merkja avleiðingar av nýtslu av rúsevnum langt áðrenn talan er um fyllskap?
Ein av fýra starvsfólkum halda, at tað verður ov nógv drukkið í samband við arbeiði?
Umleið helmingurin av eindags sjúkrafráveru er orsaka av rúsdrekka?

Vit heita á teg um at halda leygardagin 7. juni rúsfrían.

Í sambandi við mentanarnáttina í Tórshavn fríggjadagin tann 6. juni, fer Frelsunarherurin at seta upp telt í gongugøtuni, har vit bjóða ein ókeypis Rúsfrían drykk – faldarar verða býttir út, og annars er møguleiki til eitt prát. LES meira ...

Frelsunarherurin hevur aftur í ár sett á skránna átakið Rúsfríur dagur.  Endamálið er at varpa ljós á og vísa samhuga við teimum, ið líða undir avleiðingum av rúsmisnýtslu. 

Tað er okkara áskoðan, at tað í alt ov lítlan mun, verður varpað ljós á rúsvandamál.  Tað finnast ikki serliga nógv hagtøl á økinum, og um hesi finnast, so lýsa tey møguliga heilsuligar avleiðingar, meðan sosialu avleiðingarnar ikki eru lýstir.   

Frelsunarherurin ynskir at seta fokus á hetta økið.   Endamálið er at fáa fólk, ið velja at rúsa seg, at vísa atlit  - bæði fyri maka, børnum, familju, vinum og arbeiði v.m.    

Rúsfríur dagur verður hildin fyri at vísa samhuga við teimum, sum líða undir rúsmisnýtslu. Veljið góðar rúsfríar møguleikar tann 7. juni.

Stuðlið tiltakinum á Facebook  www.facebook.com/rusfridag