Páskastevna í Frelsunarherinum

Páskastevna í Frelsunarherinum

Um páskini fáa vit vitjan av Signe Helene og Erlig Mæland, oberstum, úr Noregi.

Sí skránna her...

Vælkomin á páskastevnu í Frelsunarherinum í Tórshavn. 

Vit hava vitjan av Signe Helene og Erlig Mæland, oberstum, úr Noregi, sum tala og syngja á møtunum.  Signe Helene og Erlig eru pensjonistar, men hava verið í tænastu m.a. sum sjefsekreterar fyri Noreg, Ísland og Føroyar, eins og tey hava verið landsleiðarar fyri Danmark.  Tey hava áður vitjað í Føroyum. 

Páskaaftan millum kl. 12-15 verður serligt tiltak, ið kallast "páskakvirra".  Tú kanst koma og fara sum tað passar tær, og er hetta eitt tilboð til tín, sum ynskir at finna ró kring páskaboðskapin og njóta kvirruna í samkomusalinum.  Her verða hongdar upp myndir og tekstir úr bókini "De som så Ham" av Jostein Ørum.  Vit fáa høvi at møta menniskjum kring Jesus, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv til um páskirnar. 

Páskamorgun kl. 8 møtast vit til morgunmat og feira páskaboðskapin um at "Jesus er upprisin".   Øll eru vælkomin.

Møti verða hesi:

Skírisdag           kl. 18.00    Møti v/nátturða
Langafríggjadag kl. 18.00    Møti

Leygardag         kl. 12-15   Páksakvirra

Páskadag          kl. 08.00    Páskafrøi
                        kl. 09.00   Hátíðartónar við Landssjúkrahúsið
                        kl. 18.00   Møti

2. Páskadag      kl. 11.00    Møti