Orðið í miðdeplinum vitjan av kommandørunum Gerrit og Eva Marseille

Orðið í miðdeplinum   vitjan av kommandørunum Gerrit og Eva Marseille

Sunnudagin 10. februar 2013 verða møti undir heitinum Orðið í miðdeplinum. Møtini verða í Posthúskjallaranum kl. 11 og kl. 17.
Evnið fyri møtini er “djúpari felagsskapur” og bíbliuteksturin tekur støði í Mika 6,8 og Kolossubrævinum 3, 1-3 og 12-17.

Eitt sindur um Gerrit og Eva Marseille

Eva er úr Keypmannahavn, Danmark og Gerrit er úr Haag, í Hollandi. Bæði hava foreldur, sum hava virkað sum samkomuleiðarar í Frelsunarherinum.

Áðrenn tey fóru á officersskúla í 1977, hava tey tikið hægri útbúgving, hon innan tannlæknayrkið og hann sum verkfrøðingur.

Tey hava búð í Danmark, Onglandi og í Hollandi. Starvið sum offiserar hevur ført tey til Afrika, har tey í fleiri ár hava virkað í Zaire ( nú Kongo) og Kinshasa. Tá ófriður brast á í 1991, vóru tey noydd at flyta aftur til Holland.

Í 1997 fluttu tey so til Danmarkar, hann í starv innan sosialøkið og hon til Krigsråbet. Stutt eftir fluttu tey til Nakskov. Í Nakskov eru tey komin at kenna Magnus og Peturu Haraldsen. Eva og Gerrit eru svigarforeldur til Eyðrit, dóttir Peturu og Magnus.

Í 2006 fluttu tey aftur til Afrika, hesaferð til Johannesburg, har tey vóru í 18 mánaðir, áðrenn leiðin aftur gekk til Kongo.

Í 2011 fluttu tey aftur til London, har tey í dag starvast á altjóða skrivstovu Frelsunarhersins.