Nýggi kommandørurin kemur á vitjan

Nýggi kommandørurin kemur á vitjan

Landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør William Cochrane vitjar í Tórshavn 4. - 5 . februar.
Møti verða í salinum í Tórsgøtu 19
Leygardag kl. 20 Vælkomstmøti
Sunnudag kl. 11 Halgunarmøti
kl. 17 Sang og musikmøti

les meira...

Kommandør William Cochrane er nýggjur leiðari fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum.  Hann er uppvaksin í lítla skotska býnum Barrhead, har familja hansara var aktiv í presbytariansku kirkjuni.  Hann kom til Noregs í august 2016, eftir at hava starvast í høvuðssæti Frelsunarhersins í London. 

William er samfelagsáhugaður, hevur verið virkin í politikki og sum offiserur í Frelsunarherinum og nú sum landsleiðari ynskir hann at verða sæddur sum samkomuleiðari hjá øllum, ið hoyra til Frelsunarherin.   Hann hevur fortalt, at hann gleðir seg at síggja virksemi í Føroyum og heilsa uppá hvønn einstakan.

Á møtunum hetta vikuskifti verður nógvur sangur og tónleikur, við luttøku frá korpsunum í Tórhavn og úr Vági.

Næstleiðari í Frelsunarherinum í Noregi, oberst Jan Peder Fosen luttekur saman við deildarstjórunum Ida Karin og Gunnar Eide