Myndafrásøgn frá umbyggingini

Myndafrásøgn frá umbyggingini

Hóast tað ikki sæst uttaná, so eru stórar broytingar framdar inni í bygningunum. Vit hava fingið loyvi at koma inn á byggiplássið fyri at taka myndir, sum týðuliga tala um stóra framgongd.

Tann 6. mars 2013 fóru vit inn í Frelsunarherin við myndatólum. Øll eru spent eftir at síggja úrslitið og ikki minst at flyta inn aftur í Tórsgøtu 19. Higartil hava vit mest fyrihildið okkum til tekningar, men her koma so útvaldar myndir, sum vísa hvussu langt áleiðis man er komin.

 

Nýggj inngongd og tilbygningur

Tilbygningurin hevur tikið skap, men er ikki liðugur enn.  Møguliga er tað eitt sindur ringt at ímynda sær hvussu inngongdin kemur at síggja út, so tað mugu vit koma aftur til seinni.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Høvðusinngongdin verður millum báðar bygningarnar. Her verður ein tilbygningur gjørdur í 2 hæddum, við glasfasadu út móti N. Winthersgøtu.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Frelsunarherurin fekk ikki loyvi at taka allan bygningin niður og byrja heilt av nýggjum. Hetta hevur givið nakrar eyka útfordringar. Her sæst at 3. hædd hongur uppi, hóast man hevur tikið burtur ein part av 1. og 2. Hædd.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Vit hittu Janus Petersen, ráðgevandi verkfrøðing, og hann greiddi frá um konstruktiónina. Niðast á síðuni er link til frásøgnina.

 

Tað verður ein eyka inngongd út móti Magnus Heinasonargøtu. Í tilbygninginum er trappuuppgongd til 2. hædd, eitt vaskirúm og fýrrúm. 

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Nýggi tilbygningurin sæst best frá M.Heinasonargøtu. Ein partur av parkeringsplássinum hjá gamla Herbeginum er brúkt til endamálið.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Køkur í gamla Herberginum

Við samanbyggingini ber til at flyta køkin, ljóðførisrúmið og goymslu yvir í kjallarahæddina í gamla Herberginum. Gólvhæddin verður tann sama sum inni í salinum.

Í kjallaranum er arbeiðið komið væl áleiðis, rúmini hava tikið skap, el-arbeiðið er gjørt og onkustaðni er longu plátað. Her er ein mynd av nýggja køkinum

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Møti salurin

Tað eru ikki framdar so stórar broytingar við møtisalinum. Bíðað verður eftir at stáldragarar v.m. eru settir upp, sum skulu halda bygninginum, áðrenn teir síðstu veggirnir verða tiknir niður. Allar støtturnar skulu eisini takast niður. Tað er longu gjørt nógv stoypiarbeiði, m.a. berandi veggir og ein partur av gólvinum.

Av tí at inngongdin er flutt, so gevur hetta betur pláss til salin og nýggjar møguleikar. Nú kemur gamla gongin og gomlu wc'ini at verða partur av salinum. Talarastólurin kemur helst at verða í skráninginum út móti Steinatúni. Plattformurin verður lágur og kann flytast, tá tørvur er fyri tí.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Gjørd verður ein ljóðtøtt dragihurð, soleiðis at tann parturin av salinum, sum fyrr var plattformum, kann gerast til ein minni sal.  Í hesum parti av salinum ber til at hava borð standandi. 

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Ungdómssalur

Umstøður verða nógv betri enn áður. Á 2. hædd, út móti Tórsgøtu, verður ein stórur eyka salur, sum mest er ætlaður til barna- og ungdóms tiltøk. Men kann sjálvandi eisini brúkast til annað. Hølini er stór og høgt er til loftið.

Tað verður frálíkt útsýni úr hornavindeyganum í ungdómssalinum, her síggja vit oman Tórsgøtu

Myndafrásøgn frá umbyggingini



Og útsýni niðan í Grasagarð er eitt upplivilsi fyri seg. Vindeyga er ca 30 cm upp frá gólvinum. Breiddin er uml. 5 metrar.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Skótasalur á 2. hædd

Á 2. hædd eru broytingar í gongini. Tað verða innandura trappur í tilbygninginum, og herfrá er so atgongd út á trappuplattin.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Gamli skótasalurin er næstan óbroyttur.

Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

Kontór v.m. á 3. hædd

Á triðju hædd eru gjørd 2 rúm, sum kunnu verða brúkt til eitt nú fundarhøli og kontór. Hesi rúm eru ikki broytt stórvegis í mun til áður. Her verður eisini eitt wc. Trappurnar upp verða sum áður, og í gongini er pláss til ein te-køk og so kanska eina kopimaskinu o.l. Lyftan førir eisini upp á 3. hædd.

Myndafrásøgn frá umbyggingini Myndafrásøgn frá umbyggingini

 

 

Víðari fram

Í komandi viku verða berandi stálbjálkar settir upp, og so verður gólvið lagt í millum møtisalin og ungdómssalin. Tá fer at vera lættari at ímynda sær, hvussu hølini verða.

 

Jú, vit hava eisini gjørt eina amatør video, so tit sleppa eina rundferð saman við okkum báðum, Finngerð Djurhuus Olsen og Ole Kristian Valle,  og síðan er ein samrøða við Janus Petersen, ráðgevandi verkfrøðing.

You need Adobe Flash and Javascript to view this file