Kveiking - almennur fyrilestur við Njál Djurhuus

Kveiking - almennur fyrilestur við Njál Djurhuus

Hósdagin 21. nov. kl. 20.00 til 22.00, verður ein forvitnisligur fyrilestur í Frelsunarherinum í Tórshavn

Vælkomin til Kveiking í Frelsunarherinum. 

Njál McKay Djurhuus fer at hava sama fyrilestur, sum hann hevði í samband við SSP-dagin í Norðurlandahúsinum:  “At brenna uttan at brenna út”

Aftaná fyrilesturin, sum er uml. 1 tíma, verður samtala og spurningar umrøddir, og ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin