Hornorkestur Frelsunarhersins 80 ár

Hornorkestur Frelsunarhersins  80 ár

Musikmøti sunnudagin 27. oktober kl. 18, har vit eisini fáa vitjan av manskóri frá Ebenezer.
NB minnist til at flyta klokkuna til vetrartíð
Les meir...

Tann 23. oktober 2013 hátíðarheldur Hornorkestur Frelsunarhersins 80 ár stovningardagin. Í hesum sambandi fáa vit vitjan av norska dirigentinum Espen Ødegaard. Hornorkestrið hevur venjingar vikuskiftið 25. – 27. oktober. Vit vænta at fáa nógv burturúr, og leggja upp til eitt áhugavert musikmøti við fjølbroyttum horntónleiki.

Á musik møtinum sunnudagin 27. oktober kl. 18 fáa vit eisini vitjan av sangarum frá brøðrasamkomuni. Talan er manskór uml. 30-35 mans, sum eru undir leiðslu av Eli Smith.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men høvið verður at stuðla hornorkestrinum.