Hitastovan tikin í nýtslu

Hitastovan tikin í nýtslu

Leygardagin 27.juli 2013 varð hitastovan hjá Herbergi Frelsunarhersins tikin í nýtslu. Sannur hátíðardámur var hesa løtuna, tá borgarstjórin, Heðin Mortensen klipti snórin inn til nýggju stásiligu hølini. Fitt av fólkið var komið saman og Hornorkestur Frelsunarhersins spældi.

Arbeiðið við at byggja hitastovuna hevur gingið skjótt og væl.   Martin Kúrberg, dagligur leiðari væntar at hølini fara at vera nógv brúkt:  "Her vilja vit hava opnar armar og taka í móti øllum vitjandi við virðing og umsorgan". Við nýggju hølunum er upplatingartíðin víðkað.  Her er Martin í samrøðu við Njál.

Hitastovan tikin í nýtslu

 

Síðan Herberg Frelsunarhersins lat upp 1. apríl 1998 hava nógv fólk verið á gátt.  Ein partur av tilboðnum á Herberginum er rúsfríur búfelagsskapur.  Samstundis verður húsið eisini brúkt sum Herberg og dagtilhald.  Nýggja hitastovan er bygd fyri at fáa betri umstøður til dagtilboðið.

Á heystið 2012 samtykti stýrið fyri Herbergið at fara í samráð við Tórshavnar Kommunu um hesa verkætlan.   Nógvir fundir hava verið við Kommununa og borgarstjórin hevur verið við í tilgongdini. 

Hitastovan tikin í nýtslu

 

Til móttøkuna vóru fleiri røður hildnar, major Njál Djurhuus legði fyri og síðan Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Bjørghild Djurhuus forkv. í Trivnaðarnevndini, Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum.  At enda var tað borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum klipti snórin.

Hitastovan tikin í nýtslu

Njál las upp yrkingina  Glottin, eftir Sámal Olsen.

Glottin

Um tú ert komin í lívsins íðu,
gloym ei sólina blonku blíðu.
Hevur tú bløðandi sálarsár,
minnst til, at tað aftur verður vár.

  Lat vónina branda!
  Gloym vindin kalda!
  Njót heldur fløvan!
  Køv ei logan!
  Spenn heldur bogan!

Fell ei í fátt, sjá tað ið er gott,
taða tað spírandi sáð, ið er sátt.
Ber tín alsk til kærleikans mátt,
tá kanst tú hevja høvur títt hátt.

Sámal Olsen
18-10-2012

Hitastovan tikin í nýtslu Hitastovan tikin í nýtslu Hitastovan tikin í nýtslu

Fitt av fólki varð komið til móttøkuna, fleiri av starvsfólkunum á Herberginum, umboð fyri Tórshavnar Kommunu og onnur.

Hitastovan tikin í nýtslu Hitastovan tikin í nýtslu

 

Hitastovan tikin í nýtslu

 

 

Hitastovan tikin í nýtslu

Her er tað Petur Midjord, náttarvakt á Herberginum í práti við Eyðfríð Jacobsen, leiðara á sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu

 
Hornorkestur Frelsunarhersins setti dám á løtuna við løttum horntónleiki.

Hitastovan tikin í nýtslu
1 HornorkesturMynd: Erhard Olsen

  

Hitastovan er rúmlig og nógvu vindeyguni gera rúmið ljóst og hugnaligt.  Hesa hátiðarløtuna fingu gestirnir kaffi og góðar køkur. 

 

Hitastovan tikin í nýtslu

  

Hitastovan tikin í nýtslu

  

Hitastovan tikin í nýtslu

 

Uttan fyri er ein hugnakrókur.  Aftanfyri nýggju hitastovuna er eisini ein lítil amboðsskúrur.

Hitastovan tikin í nýtslu