Herberg Frelsunarhersins fingið stórfingna gávu

Herberg Frelsunarhersins fingið stórfingna gávu

Hósdagin í síðstu viku, vórðu umboð fyri tvørkirkjuliga samskipanarbólkin, til staðar á Herberginum við peningagávuni. Gávan var ein kekkur áljóðandi17.500 kr, sum var upphæddin sum kom inn á sjálvum møtinum.

LES MEIRA...

Tað tvørkirkjuliga samstarvið, millum samkomur og kirkjur í Tórshavn, skipar 3.páskadag hvørt ár, fyri tvørkirkjuligari gudstænastu.

Undirtøkan fyri hesari gudstænastuni er alsamt vaksandi og tað tykjist sum um, at fólk sum heild eru glað fyri at møtast tvørtur um samkomur/kirkjur.

Í ár var árliga gudstænastan í sali Frelsunarhersins í Tórshavn og sum nakað nýtt, var møguleiki at geva eina peningagávu á gudstænastuni.

Ætlanin við hesum er, at peningurin skal fara óskerdur til ymisk góðgerandi endamál. Í ár bleiv tað so valt at peningurin, skuldi fara til arbeiðið hjá Herberginum hjá Frelsunarherinum.

Hósdagin í síðstu viku, vórðu umboð fyri tvørkirkjuliga samskipanarbólkin, til staðar á Herberginum við peningagávuni. Gávan var ein kekkur áljóðandi17.500 kr, sum var upphæddin sum kom inn á sjálvum møtinum.

Tað var ein hugnalig løta á Herberginum har dagligi leiðarin, Martin Kúrberg, tók ímóti og vísti umboðunum runt í húsinum. Áhugavert var at síggja at virksemi var í húsinum allan dagin og allar dagar í árinum og tað setur jú fíggjarlig krøv. Herbergið, sum er ein partur av sosiala arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Noregi, Føroyum og Íslandi, fær m.a stuðul frá landi og kommunu men eisini fær Herbergið nógvar gávur frá fyritøkum og privatfólki og tað eru tey ógvuliga takksom fyri.

 Martin Kúrberg takkaði fyri gávuna og samstundis vísti á týdningin við at fólk geva gávur og vísa vælvild her í Føroyum og at Herbergið ikki kundi verið hesum fyriuttan.


Á myndini frá vinstru: Anna Sofía og Hendrik Mellemgaard frá Evangelihúsinum, Martin Kúrberg leiðari á Herberginum og Sámal Midjord frá Frelsunarherinum