Hátíðarhald

Hátíðarhald

Í sambandi við at salurin verður tikin í nýtslu, verður hátíðarhald vikuskiftið 11. – 13. oktober 2013.

Bygningurin hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu er nú liðugt umvældur. Stóra umbyggingin hevur tikið 1 ár, og nú eru hølini klár at taka í nýtslu aftur.

Fríggjadag 11. okt. kl. 18 Vígsla

Leygardag 12. okt. kl. 18 Møti

Sunnudag 13. okt. kl. 11 Halgunarmøti og Sunnudagsskúli

                              kl. 17 Møti

Í samband við vígsluna fáa vit vitjan av nýggju kommandørunum Dick og Vibeke Krommenhoek, saman við feltsjefinum, Anne Lise Undersrud.

Eisini fáa vit høvið at hitta okkara nýggju divisiónsleiðarar, major Gunnar og Ida Karin Eide.

Umboð fyri FEAS verða eisini til staðar til vígsluna. FEAS ella Frelsesarmeen Ejendomme A/S er felagið, ið eigur bygningin, og sum hevur staðið fyri umbyggingini.

 

Hátíðarhald

Kommandørarnir Dick og Vibeke Krommenhoek

 

Hátíðarhald

Feltsjef Anne Lise Underud

 

Hátíðarhald Hátíðarhald

 Divisiónsleiðarar Gunnar og Ida Karin Eide