Familjumøti sunnudagin 26. januar kl. 18

Familjumøti sunnudagin 26. januar kl. 18

Evnið hesaferð er "Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, havi tit gjørt ímóti Mær!"

Høvið verður at geva til missiónsarbeiðið - til børn í Duakwa, Ghana, sum bera brek.

Familjumøtið gevur familjuni møguleika at vera saman i Guds húsi.  Uppleggið er soleiðis, at tað hóskar til allar aldursbólkar. 
 
Barna og ungdómsdeildin hjá Frelsunarherinum skipar fyri árligum missións projekti, sum hesaferð er um Ghana.  Vit fara á møtinum at hoyra um verkætlanina og høvið verður eisini at geva eina peningagávu til arbeiðið.
Børn frá  Club 7 up syngja.
Aftaná møtinum verður náttura.

Vónandi kemur tú, og tak endiliga onkran við.