Bygningurin hjá Frelsunarherinum í Tórshavn verður umbygdur

Seinasta møtið á hesum sinni í Tórsgøtu 19, verður sunnudagin 7. okt. kl. 18. Talan verður um eitt serstakt møtið, har m.a. verður kunnað um byggiarbeiðið og tekningar vístar fram. Øll eru vælkomin.

Talan er um eina størri umbygging, sum væntandi verður liðug í juli 2013. Alt innan úr húsinum verður tikið niður og bygningurin verður síðan samanbundin við húsini í N.Winthersgøtu 4 (gamla Herbergið).

Meginparturin av virkseminum flytur 100 metrar longri oman í Tórsgøtu, oman í Perluna og í Posthúskjallaran. Skráin fyri oktober mánað verður munandi skerd. Frá fyrst í november vil virksemið í samkomuni halda fram næstan óbroytt. Neyðugt er tó at fylgja við í lýsingum, á heimasíðuni og á Facebook.