Ávegis kunning um umbygging

Ávegis kunning um umbygging

Arbeiðið gongur eftir ætlanini, men er eitt sindur seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanina.

Tað er serliga arbeiðið við kloakkini, sum hevur tikið longur tíð enn upprunaliga mett.  Neyðugt hevur verið at grava upp alt økið aftanfyri gamla Herbergið, og øll rør eru løgd av nýggjum.  So nú hava vit trygd fyri at kloakkviðurskiftini eru í lagi, bæði hjá okkum og hjá grannunum.

Komandi vikurnar verða berandi stál dragarar settir upp, og stoypiarbeiðið gjørt liðugt. Brandmúrurin inn til grannarnar styrktur. Og skaktin til lyftuna verður gjørdur. Gólvið inni í salinum skal planerast. Nú verður eisini farið í gongd við at leggja nýtt tak á.

Tá februar mánaði er av, fara vit veruliga at síggja at byggingin tekur skap.

Tekningarnar og innrættingin er bert broytt smávegis. Eftir vegleiðing frá arkitektunum, er støða tikin til litir. Gólvið verður gráligt, í inngongdini vera flísar og í salinum og restini av húsinum verður linoleum. Veggirnir verða heilt ljósir. Í køkinum og á wc’unum verður gólvið vinyl og liturin reyður. Køkselementini eru hvít, og annars eru hvítvørurnar av stáli.

Talan verður um 2 bygningar, sum verða samanbundnir, og tí fer býarmyndin at broytast eitt sindur. Tankin er, at gamla herbergið framhaldandi skal líkjast einum “vanligum timuburhúsi”. Eitt glaspartí har høvuðsinngongdin verður millum bygningarnar ger at bygningarnir sýnast meira nýtímans. Síðan móti N. Winthersgøtu fær eina meira modernaða fasadu, við ein stórum vindeyga í ungdómssalinum – við góðum útsýni niðan í Grasagarð. Tilfarið verður sinusplátur og grundin granitplátur. Út móti Tórsgøtu verður øll síðan klødd við liggjandi granitplátum. Liturin verður gráur, og takið svart.

Sum kunnugt, er tað FEAS sum stendur fyri og hevur ábyrgd av byggingini. Sum nú er, verður mett at arbeiðið verður liðugt fyrst í september 2013. Og fyribils arbeiða vit fram ímóti at vígslan verður í vikuskiftinunum 21.-22. september 2013.

Bygginevndin, 27. januar 2013

 

Ávegis kunning um umbygging

 

Ávegis kunning um umbygging Ávegis kunning um umbygging Ávegis kunning um umbygging Ávegis kunning um umbygging Ávegis kunning um umbygging Ávegis kunning um umbygging