Áhuga fyri trúgv?

Vit trúgva, at tað sum er neyðugt, er at biðja, til dømis hesa bønina:

 

Jesus, tú hevur sagt, at vit øll eru vælkomin til tín og nú vil eg koma.

Eg veit at tú gavst títt lív fyri okkara syndir,

og eg trúgvi at tú eisini doyði fyri meg.

Eg biðji um fyrigeving fyri alt, sum eg havi gjørt skeivt.

Eg veit at tú komst fyri at opna vegin fyri mær

heilt inn í Guds nærveru

og at mær tørvar teg.

Takk fyri at tú elskar meg, júst so sum eg eri.

Takk fyri at tú vilt koma inn í mítt lív

og hjálpa mær at trúgva og at liva

Takk fyri at tú frelsir meg nú og gevur mær títt vælsignilsi.

Takk, Jesus! Amen.


Frelsa er ikki ein kensla ella úrslit av einum rituali

Í nýggja testamenti stendur “Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur. Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi; og við munninum játtar ein - til frelsu (Róm. 10, 9-10).

 

Hvussu nógv skal man trúgva, fyri at kunna kalla seg ein kristnan?

Jesus segði “trúgv sum eitt sinopskorn” er nóg mikið. Hetta er eitt tað minsta fræið sum er til. Við at taka hetta lítla stigið, kemur tú inn í eitt tættari samband við Gud, soleiðis sum tú ert ætlaður at vera. Tað er her tú hoyrir heima.

Forbøn
  1. Vit trúgva at tað er makt í teimum foldaðu hondunum. Vit biðja fyri teimum evnum, sum tú skrivar í skemaið.