Venjing

Venjing

Vit eru eitt hornorkestur, ið spælir lovsang til Harran, til gleði fyri áhoyrararnar og spælararnar.

Høvuðsmálið er at vinna menniskju fyri Jesus Kristus gjøgnum okkara tónar, og at varðveita spælararnar í trúnni, m.a. gjøgnum sosialan og andaligan felagsskap.

Vit luttaka á møtunum í Frelsunarherinum hvønn sunnudag, umframt at vit venja hvørt týskvøld. Hevur tú áhuga fyri at verða við, so set teg í samband við okkum.

Leiðari fyri hornorkestrið er Finngerð Djurhuus Olsen olsen.fd@gmail.com tlf 318664 / 218664