Endamál Heimaforbundsins

Allar kvinnur eru vælkomnar í heimaforbundið - Kvinnufelagskapur Frelsunarhersins

Gudstænasta - Upplýsing - Felagskapur - Tænasta

 

Endamál Heimaforbundsins
Geva góð ráð í spurningum (málum) sum viðvíkja heimunum. Eggja kvinnum til at vera virknar og menna síni evnir ígjøgnum virksemi í heimaforbundinum. Stuðla og hjálpa øðrum við samfelagsgagnligum arbeiði í nærumhvørvinum.

Søgulig bakgrund
Heimaforbundið hevur haft eitt náturligt støði í arbeiðsskránni hjá Frelsunarherinum síðani 1907. Tá vóru tey fyrstu heimaforbundsmøtini í Eystur - London. Tað var Cathrine Higgins sum var eldsálin aftanfyri. Hon bygdi á ein "Pall" sum "mamman" í herinum, Cathrina Booth og svigardótturin Florence høvðu arbeitt upp.

Í Noreg byrjaði heimaforbundið sítt virksemi í 1915. Tað er ein long og stolt søga. Støðan hjá kvinnuni er ogvuliga nógv broytt frá byrjaninu. Men vit halda at tað enn er tørvur á einum felagskapi fyri kvinnum. Hóskandi til avbjóðingunum í enihvørju tíð arbeiðir heimaforbundið við umstøðunum hjá kvinnunum, og sær tað sum eina umráandi samfundsnyttiga íløga.

 

Føroyska Heimaforbundið
Í Føroyum byrjaði hetta arbeiði í 1930. Tá sótu kvinnurnar og bundu og seymaði til tey ið trongdu hjálp.
Nú er heimafobundið meira sum ein hugnaløta har vit hava handarbeiði við, hoyra eina góða søgu, fáa ein drekkamunn og sjálvandi syngja vit og hava andakt.
Heimaforbundið hjálpir eisini korpsinum, við at hava eina stóra árasølu (burturlutan) einaferð um árið, og á ymiskan annan hátt.
Heimaforbundið hjálpir eisini missiónslondum.

Hevur tú hug at verða við í hesum felagskapi?

Vælkomin í hølini hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu 19

hvørt Hóskvøld kl 20.00

Limagjaldið er kr 60,- fyri árið.

 

Yvirlýsing Heimaforbundsins:
Eg trúgvi at kristin heim hava stóran týdning fyri at breiða út kristindómin. Og eg havi tí skyldu mótvegis Gudi, familju og landi at gera mítt besta fyri at kærleiki, ósjálvgøðska og virðing skal ráða í heimi mínum.

Frelsunarherurin
er ein international evangelisk rørsla, ein partur av Alheimskirkuni (Universiellu kirkjuni)
Boðskapurin byggir á Bíbliuna
Tænastan er grunda á kærleik til Gud
Uppgávan er at forkynna Jesu Kristi evangelium, og í Hansara navni møta tørvinum hjá menniskjum uttan mannamun.

Heimaforbundið
bjóðar øllum kvinnum í øllum aldursbólkum til møti hvørja viku í Frelsunarherinum. Tað er umráandi fyri okkum at leggja dent á, at øll eru vælkomin óansæð trúðarrætning og sosialu støðu. Okkara mál er at Heimaforbundið skal upplivast sum ein góður felagsskapur við meining.

Heimaforbundið Uttara sirkul
Býrt tú í eni bygd, har einki Heimaforbund er. Okkara brævaskiftis virke "Uttara sirkul" kann tá vera eitt áhugavert tilboð til tín. Gjøgnum mánaðar - brøv hava vit samband, sum mong dáma væl.

 

Um tú ynskir at vita meira um Heimaforbundið, so set teg í samband við-

 

Frelsesarmeen

Avdeling for kvinne-organisasjonene

Postboks 6866 St Olavs pl

0130 Oslo

Telefon: 22 99 85 00

Fax: 22 11 20 63