Vælkomin

Herbergið í Tórshavn er partur av virkseminum hjá Frelsunarherinum. Fyrisitingarliga hoyrir Herbergið til økið Rús og Rehabilitering, undir sosialtænastuni hjá Frelsunarherinum í Noreg. Talan er um sjálvsognarstovn undir leiðlsu av einum stýri.

Dagligur leiðari er Martin Kúrberg.

Dalavegur 1,

FO-100 Tórshavn

tlf. +298 317393

Frelsunarherurin er ein altjóða felagsskapur, sum hevur sítt grundstøði í bíbliuni. Tí hevur Frelsunarherurin altíð latið gleðiboðskapin og sosiala arbeiðið gingið hond í hond. 
 Frelsunarherurin er eitt margfalt og sermerkt trúarsamfelag, sum hevur umsorgan fyri øllum menniskjanum. 

 Vit bjóða “suppu, sápu og frelsu” í orði og verki, fyri at møta tørvunum hjá menniskjum: “Suppa” nøktar likamligan tørv “Sápa” leggur dent á virðið hjá tí einstaka “Frelsa” ber fram Guðs markleysa kærleika

Málbólkur

Málbólkurin er persónar yvir 18 ár, sum eru bundnir av rúsevnum, og sum halda til í Tórshavn. Málbólkurin broytist í mun til hvørji tilboð, sum verða mest brúkt. Hetta verður lýst niðanfyri, har ymsu tænastutilboðini verða greinað.

 

Lýsing av teimum ymsu tilboðunum

Dagtilhald

Dagtilhaldið er eitt opið tilhaldsstað við borðreiðing og aktivering. Tilboðið er ókeypis fyri gestirnar. Vit bjóða heilsugóðan kost, bæði kaldan og heitan mat. Fólk, ið eru bundin av rúsevnum fáa ofta skeiva ella til tíðir ov lítið av føðslu, og eru av hesi orsøk í heilsuvanda. At bjóða heilsugóðan kost er tí eitt skaðafyribyrjandi átak. Sosial tilvenjing innan tryggar karmar er við til at skapa virðilig kor og veita lívsvirði. Dagtilhaldið ynskir eisini at veita møguleika og umstøður fyri “tí góðu samrøðuni”, og tí bjóða vit samrøður við kappelan/sálarrøktara.

Bráðfeingis náttartilboð

Á herberginum eru 4 pláss ætlað til bráðfeingis náttartilboð, býtt á 2 rúm. Tað er ein køkur/móttøka/ baðirúm knýtt at hesum rúmum. Tilboðið er opið frá kl. 21.00. Tá tikið verður í móti gestum, verður meting gjørd av heilsustøðuni og borðreitt verður við eini máltíð. Plássini eru tøk fram til kl. 12.00 næsta dag. Bjóðað verður eisini døgurða. Er tørvur á uppfylging við atliti til heilsu, bústaðar- ella rústrupulleikar, verður boðin ein samrøða við vegleiðara. Tað er ikki møguligt at bíleggja pláss til bráðfeingis náttartilboðið, men plássini verða veitt, við persónliga at møta upp kl. 21.00.

Kømur við bú-vegðleiðing

Málbólkurin fyri kømur við bú-uppfylging eru fólk yvir 18 ár, sum eru ella hava verið bundin av rúsevnum, og sum eru uttan bústað og halda til í Tórshavn. Hesi verða mett at hava trupult við at fáa og/ella fasthalda ein bústað og hava tørv á uppfylging fyri at kunna klára seg í einum rústyngdum ígerandisdegi. Vit byggja á ta vitan og kunnleika, sum búfólkini hava um egna lívsførslu, og hjálpa við at myndug gera og fáa tamarhald á egnari lívsførslu. Hetta verður gjørt við at staðfesta og viðurkenna búfólkini gjøgnum samrøður og eftirmeting av ítøkiligu málunum, sum tann einstaki brúkarin setur sær.

Stýrið:
Knut Haugsvær, stýrisformaður
Ole Andreas Westby
Finngerd Djurhuus Olsen
Alexander Samuelsen
Bernhard Petersen
Maria Rubeksen
Nacy Splidt, starvsfólkavald

Álmanakki

Sýn fleiri